Mykines Vetur - 2 dagar alt írokn.

Surf on Mykines Island

28. oktober 2019– 15. apríl 2020
Úppliv brim, storm, vakrar sólseturog friðin í bygdini, vekk frá mongdini. Ella njót stovuna og friðin við einari góðari bók, tú avgerð. 
Alt er íroknað pakkan. Tit koma við tyrlu mánamorgun og fara mikumorgun ella koma mikumorgun og fara fríggjamorgun. 
Tit búgva hjá tykkara vertinnu Odu á gistingarhúsinum Á Lonini frá 1895. Gistingarhúsið er umvælt í vetur og er lítið og hugnaligt. 
Íroknað pakkan.:
Ferðaseðil við tyrluni
2 nætur gisting í dbl. ella twin kamari íroknað morgunmat (B&B)
2 x miðmáli
2 x døgurði
Seinnaparts- og kvøldar te við heimabakaðari kaku
Prísur kr. 4.495,-/ pers. min. 2 persónar

Bílegg her: https://booking.golocal.fo/product/mykines-winter-2-days-all-inclusive/

Hæddarpunkt á túrinum:

Tyrlutúrur

Tit flúgva frá flogvøllinum í Vágum kl. 10.15 og lenda í Mykinesi kl. 10.26. Á tyrlutúrinum síggja til vakra Gásadal, Tindhólm og Drangarnar og útsýnið yvir Mykines úr luftini er bergtakandi.

1895 Gistingarhúsið

Tit búgva í einum av elstu húsunum í Mykinesi. Gistingahúsið Á Lonini er frá 1895 og var søguliga fyrsta gistingarhúsið í Mykinesi. Tit sova undir undir tekjuni og tá tit lata loftsvindeyga upp, er flagtekja uttanfyri. Húsið er høvuðsumvælt í vetur í gomlum síli men sengurnar eru nýggjar, man má sova væl.

 

Sólsetur og brim

Vit ganga túr at síggja sólsetur og vøkru aldurnar og brimið niðri við sjóvarmálan. 

Um kvøldið hyggja vit eftir filminum um Mykines "tre bling mod Vest. Takið eina góða bók við og hygnið tykkum í stovuni, meðan vindurin blæsur uttanfyri. 

Heimagjørdur matur

Til morgunmat fáa vit heimabakaðar bollar og bleyttkókað egg frá bóndanum í Mykinesi. Døgurðin og kakan eru eisini heimagjørd av tykkara vertinnu.

Tíð:  2 dagar
Aktivitetir:  Tyrlutúrur, miðmáli, nátturði, seinnaparts- og kvøldarkaffi. Gongutúrur.
Torleikastig: Lætt
Hæddarpunkt: Mykines, seyður, søgan um Mykinesmálaran, Sámal Joensen Mikines. Brim, sólsetur og aldur.
Mál: Føroyskt, danskt, norskt, svenskt, enskt og týskt. 
Pickup/dropoff
kunning:
Túrurin byrjar frá flogvøllinum í Vágum. Tú koyrir har ella tekur buss 300 úr Tórshavn. Sí www.ssl.fo. Vertinnan tekur ímóti tykkum á tyrlupallinum í Mykinesi. 
Íroknað: Ferðaseðil til tyrlu, 2 x miðmáli, 2 x nátturði, 2 x seinnaparts- og kvøldar kaffi/te við kaku, ferðaleiðari, 2 nætur gisting í dbl. or twin  kømrum B&B standard inkl. morgunmat.
At taka við: Góð og heit klæðir og gonguskógvar. Myndatól og ryggsekk.
   
Prísur: 4.495,-/pers. Min. 2 pers. í  dbl./twin kamari.