Golocal South – Suðuroy

Miss ikki hendan møguleikan at uppliva sunnastu oynna í Føroyum, Suðuroy.

Suðuroy er 2 tímar við skipi frá høvuðsstaðnum Tórshavn. Á siglitúrinum suður, síggja tit vøkru oyggjarnar Sandoy, Stóru Dímun og Lítlu Dímun. 

Suðuroyggin er kend fyri serstøku jarðfrøðina og stórslignu klettarnar á vestursíðuni á oynni.  

Suðuroy er oyggin við flest hólmum og skerum og tað besta við oynni er, at tú upplivir næstan alla ta vøkru náttúruna, einans fáa minuttir til gongu frá bilinum.  

Suðuroyggin hevur eisini kolaminur og Hvannhagan. Suðuroyggin er eisini eyðmerkt sum eitt týdningarmikið fuglaøki av BirdLife International. 

Á túrinum vitja vit sjey ymisk støð við stórslignasta útsýninum, 3 støð á norðurendanum á oynni og 4 støð á suðurendanum á oynni. Vit enda túrin við at vitja í einum privatum heimi í Sumba, har vit fáa drekkamunn og kaku. 

Mánadagar (September 2019 - april 2020)

08.30  Sigla við M/F Smyril av Havnini, 2 tíma siglitúrur.  
10.30 Vit koma til Tvøroyri í Suðuroy og byrja túrin.
18.30 Við Smyril aftur til Tórshavn – nátturði umborð.
20.30 Koma til Tórshavn og vera koyrd aftur til hotel og gistingarhús. 
   
  Tað er møguligt at bíleggja gongutúr í Hvannhagan ella broyta túrin eftir ynski. 

Høvuðspunktini á túrinum eru:

Á Røðini Gongutúrur

- Vit koyra beinleiðis frá Smyrli til staðið, har vit byrja gongutúrin til Á Røðini. Gongutúrurin er lættur og tekur umleið 30-45 minuttir hvønn veg. '

Vit njóta vakra útsýnið yvir bjørgini, skerini og klettarnar við kikaranum, sum er settur upp har og eta matpakka.

Hvalba

- Hvalbiareiðið, Á Drátti og Fiskieiðið
Tá vit hava etið matpakkan ganga vit aftur til bilin og koyra gjøgnum tunnilin til bygdina Hvalba og vitja Fiskieiðið.  

Síðani koyra vit fram við vakra vatninum og sandinum í Hvalba út til Hvalbiareiðið og njóta útsýnið har. 


 

Eggjarnar

- Eggjarnar og Lopranseiðið
Frá Hvalba koyra vit suðureftir til bygdina Vágur. Vit koyra fyrst til Vágseiðið og síggja vakra eiðið har. Síðani koyra vit niðan við fjallasíðuni fyri at siggja Eggjarnar, sera vakrar klettar á vestursíðuni á Suðuroynni.  

Frá Eggjunum koyra vit 10 minuttir til Lopranseiðið og ganga nakrar minuttir frá bilinum og taka myndir har. 

Beinisvørð

- Beinisvørð og  Sumba – vitja eitt føroyskt heim 

Vit koyra upp um fjallið og síggja stórsligna Beinisvørð og steðga at taka myndir her. 

Síðani koyra vit til Sumba, har vit fara inn til í eitt heim at fáa okkum drekkamunn og kaku, áðrenn vit koyra aftur til Tvøroyri. Vit eta nátturða umborð á Smyrli á  veg aftur til Tórshavn.

Tíðarbil: 13 tímar
Virksemi:  Siglitúrir, matpakki, koyri og gonguferðaleiðari, seinnapartskaffi í einum føroyskum heimi 
Torleikastig: Lætt
Høvuðspunkt: Klettar, Suðuroy, Á Røðini, Hvalbiareiðið, Fiskieiðið Hvalba, Vágseiðið, Eggjarnar, Lopranseiðið, Beinisvørð, Sumba
Mál: Føroyskt, danskt, norskt, svenskt, enskt og týskt
Heinta/seta av kunning: Tit vera heintaði har tit búgva. 
Íroknað: Ferðaseðil við Smyrli, ferðaleiðari,  matpakki, seinnapartskaffi og nátturði umborð á M/F Smyrli á siglitúrinum aftur til Tórshavn. 
At minnast til at taka við: Góð og heit klæðir og gongustivlar. Myndatól og ein ryggsekk.
   
Prísur: 1.995,-/pers. min. 2 persónar.